SuðurKorea hóttir við at leggja Pyongyang í oyði

SuðurKorea hóttir við at leggja Pyongyang í oyði
SuðurKorea hevur ætlanir um at leggja norður-koreiska høvuðsstaðin í oyði, um NorðurKorea vísur tekin um, at tað fer at fremja kjarnorkuálop
 
11.09.2016 - 16:06

Kelda innan suðurkoreiska herin sigur við Yonhap-tíðindastovuna, at allur Pyongyang "verður fullkomiliga lagdur í oyði við framkomnum rakettum og bumbum", stendur í frágreiðing frá Seoul.

Yonhap-tíðindastovan hevur tætt tilknýti til suðurkoreisku stjórnina og staturin fíggjar raksturin av tíðindastovuni.

Fríggjadagin framdi NorðurKorea enn eina kjarnorku-royndarspreinging. NorðurKorea sigur, at hetta er fimta og størsta royndarspreinging, sum landið higartil hevur gjørt.

Møgulig revsitiltøk

BBC news skrivar, at umheimurin umhugsar aftursvar.

USA sigur, at tað fer at umhugsa at seta tiltøk í verk móti NorðurKorea, umframt tiltøkini, sum ST-trygdarráðið, Japan og SuðurKorea hava sett í verk.

Pyongyang svarar í dag aftur, og kallar hóttaninar frá SuðurKorea fyri høpisleysar og láturligar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026