Ov nógv alment virksemi í partafeløgum

Ov nógv alment virksemi í partafeløgum
Landsgrannskoðarin sigur, at talan er ikki um smáputl, men um virksemi fyri milliardir
 
16.09.2016 - 13:40

Landsgrannskoðarin er komin við sínum afturvendandi hjartasuffi um, at alt ov nógv alment virksemi er lagt í virkiseindir, til dømis í partafeløg, so tað stóra og dýra virksemið ikki sæst í landsroknskapi ella fíggjarlóg.

Í frágreiðing síni sigur landsgrannskoðarin, at talan sanniliga ikki er um smáputl, sum er ósjónligt í landsroknskapinum. Talan er tvørturímóti um virksemi fyri milliardir av krónum. 

- Feskasta dømi er partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar, sum skal gera tveir undirsjóvartunlar komandi árini, skrivar landsgrannskoðarin.

Reglur galda ikki fyri almenn partafeløg

Flestu almennu reglurnar og fyriskipanirnar galda ikki almennu partafeløgini. Feløgini eru heldur ikki partur av fíggjarlóg ella roknskapum, sum verða løgd fyri Løgtingið. 

Tí, sigur landsgrannskoðarin, at landsroknskapurin í minni mun avspeglar veruliga virksemið, sum er, og váðar hjá landinum. Harafturat kemur, at hetta virksemið í stóran mun heldur ikki skal fylgja øðrum almennum reglum. 

Í frágreiðingini stendur, at Fíggjarmálaráðið er samt við Landsgrannskoðanini um vandan, ið kann standast av, at ov nógv virksemi verður lagt í almenn partafeløg uttan fyri fíggjarlóg, har ikki sama gjøgnumskygni, almenn stýring og almennar reglur eru galdandi. 

Men hetta broytir ikki ta sannroynd, at enn liggur sera nógv og dýrt alment virksemi kortini uttan fyri almennu skipanina uttan gjøgnumskygni, sum annars er galdandi fyri tað almenna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011