Umhugsar at fara upp í málið um starvssetan

Umhugsar at fara upp í málið um starvssetan
Umboðsmaðurin kannar, um hon skal fara upp í málið um Anni á Hædd, sum varð flutt í serfrøðingastarv á Umhvørvisstovuni
Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, umhugsar at fara upp í málið um Anni á Hædd, ið varð flutt úr einum starvi í eitt annað
 
23.09.2016 - 17:08

Sambært umboðsmannalógini kann umboðsmaðurin sjálvur taka mál til viðgerðar og gera neyðugar kanningar í hesum sambandi, og tað er tað, Sólja í Ólavsstovu ger í hesum føri.

Í Degi og Viku 12. september varð Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum, endurgivin fyri at siga, at einki er skjalfest í sambandi við at flyta Anni á Hædd í starvið á Umhvørvisstovuni.

Samráddust um starvsflyting

Avgerðin varð ikki tikin í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Tað vóru sakførararnir hjá pørtunum, sum samráddust, og gjørdu avtaluna og tóku avgerðina um at seta Anni á Hædd í nýtt starv.

Eftir tíðindini í Degi og Viku bað umboðsmaðurin Heilsu- og innlendismálaráðið um at greiða frá, um aðalstjórin er rætt endurgivin, og hví einki er at finna í skjalayvirlitinum í málinum um at flyta deildarstjóran í annað starv.

Umboðsmaðurin ger vart við í skrivinum til Heilsu- og innlendismálaráðið, at tað er ein fyrisitingarlig avgerð at flyta starvsfólk í annað starv, og at ein myndugleiki ikki uttan lógarheimild kann lata hesa heimild til onnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815