Lærulív: Kokkur

Lærulív: Kokkur
23 ára gamli Jógvan Kristin Sjúrðarson úr Klaksvík greiðir frá um kokkalæru í Áarstovu
26.09.2016 - 14:30

– Vit eru í løtuni fýra kokkalærlingar í Áarstovu og so meistarin. Vit arbeiða tað, vit kalla 5-2, sum merkir, at eina viku arbeiða vit fimm dagar, og næstu vikuna arbeiða vit so tveir dagar. Tá vit eru til arbeiðis, møta vit kl. 10 at fyrireika og eru so til arbeiðis til kl. 23 ella 24 á kvøldi – alt eftir, hvussu nógv fólk eru, og hvussu leingi tey sita.

 

– At vera í kokkalæru tekur vanliga fýra ár og tríggjar mánaðir, men hjá mær fer tað at taka til samans trý ár og seks mánaðir, tí eg tók grundskeið í mati fyri menniskju í Aalborg áðrenn. Mann skuldi trúð, at tá eitt grundskeið eitur matur fyri menniskju, so átti eisini at verið eitt, sum æt matur fyri djór, men tað er tað ikki.

 

– Tað er hart, men gott at vera í læru í Áarstovu. Eg havi lært rættiliga nógv millum annað um ymiskar metodir at gera mat og matkemi – eg visti faktist ikki áðrenn, at tað var so nógv kemi í at gera mat.

 

– Í Áarstovu er eitt kvøld við 90 gestum eitt kvøld, har vit hava úr at gera. Tá snýr tað seg um ikki at missa fokus, tí um tú missir fokus í køkinum, so endar galið í matstovuni, og kokkarnir fáa skyldina.

 

– Sum kokkur krevur tað nógv at vera á høgum støði í Føroyum. Tískil royni eg eisini at forbetra meg og eksperimentera heima. Eg havi roynt at gjørt laksalasagnu við osti heldur enn pastaplátum. Tað riggaði okay, men ikki heilt so væl, sum eg hopaði, men um mann ikki ger royndir, so kann mann ikki eydnast.

 

– Høvuðskokkurin gjørdi spaghetti carbonara við fríari hond ein dagin. Tað er nakað av tí besta, eg havi smakkað. Tá eg geri mær sjálvum mat, so geri eg ofta tað nú. Tað mettar væl, og so er tað eingin loyna, at mær dámar væl ost.

 

– Í løtuni havi eg ongar ætlanir um at fara uttanlands at arbeiða, hóast tað kundi verið spennandi at arbeitt hjá onkrum sjónvarpskokki ella okkurt sovorði og veruliga lært at eksperimentera og hugsa uttan fyri kassan, tí tað eru ikki øll, sum duga tað. Eg vil gjarna halda fram her í Áarstovu og so kanska royna Barbaru og Hotel Føroyar eisini, og um mann veruliga vísir, at mann gjarna vil vera her og ger tað væl, so haldi eg eisini, at tað er møguleiki at fáa starv her, tá mann er liðugur at læra.

 

 

Les eisini:

Arbeiðslív: Pizzaria

Arbeiðslív: Au-pair í París

Arbeiðslív: Smúkkuhandil

Arbeiðslív: Fiskavirki

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.