Meira makrelur kann fiskast

Meira makrelur kann fiskast
ICES mælir nú til at fiska góð 100.000 tons av makreli aftrat í ár. Ein roknivilla gav eina skeiva meting av stovninum
ICES mælir til at fiska góð 100.000 tons av makreli aftrat í ár, tí ein roknivilla er funnin
 
27.09.2016 - 07:55

Tað ger ICES, tí ein roknivilla er funnin. Tað gevur møguleikar til at hækka samlaðu veiðuna av makreli, skrivar Havgranskingarstovnurin í Bergen.

Í boðunum frá ICES stendur, at talan var um ein eina roknivillu, sum fólk hava gjørt, og sum gav skeiva meting av stovninum.

Broytingin hevur við sær, at útrokningar hjá ICES nú vísa, at gýtingarstovnurin av makreli er 14 prosent hægri enn upprunaliga mett.

Veiðan kann hækka 16% í ár

Tilmælið frá ICES er nú er ein samlað veiða av makreli í ár uppá sløk 774.000 tons, ímóti góðum 663.000 tonsum, sum var í upprunaliga tilmælinum.

Talan er sostatt um áleið 110.000 tons av makreli sum kunnu fiskast aftrat í ár, skrivar norski Havgranskingarstovnurin.

30. september fer ICES-stovnurin at almannakunngera, hvussu nógv kann fiskast av makreli og øðrum uppsjóvarfiski í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572