- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump í skattagølu
Skattaviðurskiftini hjá Donald Trump vóru longu frammanundan nógv umrødd í amerikanska valdystinum. Amerikonsku forsetavalevnini plaga at geva almenninginum innlit í teirra skattaviðurskiftir. Men hetta hevur Donalt Trump sýtt fyri at gera, og nógv hava tí sett spurning við, hvat Trump hevur at fjalda.
Tað gevur greinin í New York Times í dag ábendingar um.
Sambært greinini hevði Trump í 1995 eitt tap á 916 milliónir dollarar, sum hann hevur kunna drigið frá øll tey komandi árini. Sambært skattaserfrøðingum, sum New York Times hevur tosað við, at tað sannlíkt, at Trump tí als ikki hevur rindað nakran inntøkuskatt síðan 1995.
Skjølini, sum New York Times hevur fingið innlit í, stavað frá einum leka frá arbeiðsplássinum hjá Trump, Trump Towers.
Valdysturin hjá Donald Trump vil hvørki vátta ella avsannað tíðindini.
- "Einastu tíðindini í hesum eru, at 20 ára gomul skattaskjøl eru likin ólógliga. Hetta staðfestir, at New York og aðrir viðurkendir fjølmiðlar eru partar av valdystinum hjá Clinton", skrivar Trump-valdysturin í einari kunngerð.