Gamli bankabygningurin einasti møguleikin

Gamli bankabygningurin einasti møguleikin
Tað ber ikki til til at finna aðra nóg góða loysn við teimum bygningum, sum eru í Havnini, sigur danskur ráðharri
At keypa gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn er einasti møguleiki fyri at fáa nýggja politistøð
 
07.10.2016 - 08:12

At keypa gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn er einasti møguleiki fyri at fáa nýggja politistøð. Loysnin kostar 106 milliónir krónur sambært teimum metingum, sum nú eru tøkar í Danmark.

Árliga húsaleigan fer at kosta 4,3 milliónir krónur meira um árið. Tað ber ikki til til at finna aðra nóg góða loysn við teimum bygningum, sum eru í Havnini.

Tað sigur Hans Christian Schmidt, ráðharri í flutnings- og bygningsmálum, í fíggjarnevndarskjalinum til Fíggjarnevndina hjá Fólkatinginum,

SÍ EISINI Vil vita, hvussu verður við bygninginum

Heldur ikki ber til at byggja, tí nóg gott grundstykki fæst ikki og tað verður eisini ov dýrt at gera eitt stykki byggibúgvið. Harafturat krevst ein skjót loysn, tí inniluftin har, sum politiið leigar nú, er vánalig.

Politiið hevur tí skund at flyta. Ein annar møguleiki er samstarv millum tað almenna og privat um ein bygning, sum politið kann leiga frá Bygningsstyrelsen.

Men tann møguleikin er ikki veruligur í Føroyum, tí eingin kann lyfta uppgávuna, sigur ráðharrin við Fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin hevur ikki viðgjørt umsóknina frá Hans Christian Schmidt enn. Nevndin hevur fund aftur 13. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229