Mælir frá meira lántøku

Mælir frá meira lántøku
Tað stríðir ímóti ætlanini, at minka um almennu skuldina, um Bústaðir sleppa at taka lán, ið skuldarbinda landskassan, heldur floksformaður
Bústaðir skal selja burtur av verandi bústøðum og byggja nýtt fyri peningin heldur enn at læna meira pening, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum
 
19.10.2016 - 06:14

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vil hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um hon ætlar at lata Bústaðir taka lán, sum hann sigur fara at skuldarbinda landskassan.

Hann sigur, at hetta stríðir ímóti ætlanini hjá øllum flokkum at minka almennu skuldina.

Tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum í morgin, fer Jørgen Niclasen at spyrja, um landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at biðja Bústaðir um at selja verandi sethúsalán, ella at selja burtur av sínum bygningum til tess at tryggja gjaldførið.

Bústaðir er gamli Húsalánsgrunnurin, og Bústaðir yvirtóku umleið 300 milliónir krónur úr grunninum til sítt virksemi. 

Skulu selja ognir fyrst

Jørgen Niclasen sigur, at hóast Bústaðir hava møguleikan at byggja saman við øðrum, hava tey bara brúkt møguleikan at byggja og keypa sjálvi. Nú er pengakassin skjótt tómur, og Bústaðir vilja sleppa at læna.

Hann sigur, at vantar likviditetur, ber til at selja burtur av verandi bústøðum og byggja nýtt fyri peningin. Eisini hava Bústaðir 100-200 milliónir krónur í vanligum bústaðarlánum. Hesi lán kunnu seljast og harvið útvega gjaldføri, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen sigur eisini, at sosialir bústaðir eiga at verða fíggjaðir á fíggjarlógini og ikki úr einum uttanhýsis grunni, sum hann sigur landskassin hongur uppá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266