Neyðugt við eykajáttan

Neyðugt við eykajáttan
Meirnýtslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður 700.000 krónur í ár. Umframt tað er tørvur á 100.000 krónum at styrkja sjúkraflutningstænastuna fyri
Suðuroyar sjúkrahús hevur tørv á 700.000 krónum afturat játtanini í ár
 
24.10.2016 - 08:17

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur sagt Løgtingsins fíggjarnevnd, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús er ov tepur.

Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, hevur biðið um, at játtanin verður hækkað við 700.000 krónum.

Meirnýtslan kemst av serligum lønarútreiðslum, millum annað, at avloysarar eru settir fyri starvsfólk í farloyvi, fleiri tilkall og sjúkraflutningar til Havnar og broytt vaktarsamsýning.

Viðlíkahaldið kostar meira

Viðvíkjandi rakstrarútreiðslunum hava serligar útreiðslur verið til neyðugt viðlíkahald, umframt at rakstrarkostnaðurin av reagensum er øktur munandi.

Løgtingið fer mikudagin at viðgera, um sjúkrahúsið skal hava 100.000 til sjúkraflutningstænastuna.

Men sjúkrahússtjórin biður nú um, at játtanin verður hækkað við 700.000 krónum afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161