Óvanliga stórur fólkavøkstur

Óvanliga stórur fólkavøkstur
Fólkavøksturin í Føroyum hetta síðsta árið er tann størsti í einum árskeiði í 15 ár. Fráflytingin er tann minsta í 36 ár
Fólkavøksturin í Føroyum síðsta árið er tann størsti síðani 2001. Fráflytingin er eisini óvanliga lítil, sigur Hagstovan
 
16.11.2016 - 10:44

1. oktober búðu 49.673 fólk í Føroyum. Tá búðu 733 fleiri fólk í landinum enn 1. oktober í 2015. skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Fólkavøksturin er óvanliga stórur. Tað er størsti fólkavøksturin, ið hevur verið í einum ársskeiði í Føroyum, síðani 2001 vísa hagtølini.

Tað eru serliga kvinnurnar, ið síggjast aftur í hagtølunum yvir fólkavøksturin í Føroyum hetta síðsta árið - 55 fleiri kvinnur enn menn.

Minsta fráflyting í 36 ár

Tað er serliga tann minkandi fráflytingin úr Føroyum, sum nú stendur fyri fólkavøkstrinum í landinum, skrivar Hagstova Føroya.

Ikki síðani 1980 hevur fráflytingin úr Føroyum verið so lítil sum hetta síðsta árið, í tíðarskeiðnum frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2016.

Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið í Føroyum, skulu vit heilt aftur til 1978 fyri at finna eina so lítla fráflyting úr landinum, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Sunnudag 8. mars
Bolero - 8 mars 2025
205303
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta í Vestmanna kirkju
205300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297