Antibiotika bannast í kjøtframleiðslu

Antibiotika bannast í kjøtframleiðslu
Antibiotika í kjøtframleiðslu elvir til mótstøðuførar bakteriur, sum yvirliva og sleppa at spjaða seg, heldur professari, sum nú rópar varskó
Antibiotika skal bannast í kjøtframleiðslu. Vit fáa mótstøðuførar bakteriur, og tær bara yvirliva og spjaða seg sigur svenskur professari
 
25.11.2016 - 08:16

- Týdningurin av antibiotika í sjúkuviðgerð kann ikki yvirmetast, men hóttanin móti tí er ørkymlandi stór. Ein stór orsøk er, at oyðslað verður við antibiotika í altjóða kjøtframleiðslu.

Tað sigur Björn Olsen, professari í ígerðarsjúkum á lærda háskúlanum í Uppsala við svenska kringvarpið, SVT.

- Ovurnýtslan av antibiotika í kjøtframleiðsluni er eitt slag av neyðtøku av størsta undrinum innan heiligvág, sigur, Björn Olsen, professari.

Trupulleikin kann gerast altjóða

Eingi neyv samlað tøl finnast, men mett verður, at eini 60-70 prosent av øllum antibiotika, sum verður brúkt í heiminum, verður brúkt í landbúnaði og kjøtframleiðslu.

Her og nú er tað ein bíligur háttur av vaksa um framleiðsluna, men í longdini er prísurin alt ov høgur, sigur Björn Olsen, professari á lærdaháskúlanum í Uppsala.

Í einum framleiðsluumhvørvi við nógvum antibiotika, fáa vit mótstøðuførar bakteriur, og bara tær yvirliva og spjaða seg. Og í altjóðagjørda heiminum í dag, so verður lokalur trupulleiki við mótstøðuføri skjótt til altjóða trupulleika.

Krevur 700.000 lív um árið

Sambært SVT verður í dag mett, at eini 700.000 fólk doyggja árliga sum avleiðing av mótstøðuføri móti antibiotika. Verður gongdin sum higartil, verður hetta talið 10 milliónir í 2050.

Tað eru fleiri lív enn krabbamein og diabetes krevja til samans. Björn Olsen, professari, sigur, at støðan er so álvarslig, at vit eiga at seta fullkomið bann fyri antibiotika í kjøtframleiðslu og landbúnaði.

- Antibiotika er úrvalsheilivágur fyri eittans dýr í heiminum, og tað er fyri menniskjuna. Og tað skal brúkast til tey veikastu menniskjuni, tey, sum veruliga hava tørv á tí. Annars fer alt av hundanum til, sigur hann við SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776