Ikki heimild at ógilda setanina

Ikki heimild at ógilda setanina
Meira verður ikki gjørt við setanina av leiðara fyri Økistænastuna í Sandoynni, hóast Løgtingsins umboðsmaður herfyri hevði peikifingurin á lofti
Hvørki landsstýriskvinnan í kommunumálum ella Kommunala eftirlitið gera meira við málið um setan av økisleiðara fyri Økistænastunaí Sandoyar sýslu, hóast Umboðsmaðurin talaði at. Tey hava ikki heimild í lógini at gera nakað við tað
 
25.11.2016 - 13:28

Hóast Løgtingsins umboðsmaður staðfesti grundleggjandi feilir, tá leiðari skuldi setast fyri Økistænstuna í Sandoynni, so gera landsstýriskvinnan í kommunumálum og Kommunala eftirlitið ikki meira við málið.

Talan er um eina rættuliga hvassa niðurstøðu frá Løgtingsins umboðsmanni um setanina av leiðara fyri økistænastuna í Sandoynni, har umboðsmaðurin staðfesti álvarslig brek við setanini. 

SÍ EISINI Hvassa átalu fyri setan

Einki skrivligt tilfar lýsir setanartilgongdina ella setanaravgerðina, eftirfylgjandi frágreiðingin er ikki nøktandi, segði Umboðsmaðurin millum annað, og bað stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu um at taka málið til nýggja viðgerð.

Umboðsmaðurin sendi eisini landsstýriskvinnuni í kommunumálum niðurstøðuna í heyst. Men landsstýriskvinnan fær onki gjørt, tí ongin lógarheimild er.

Í brævi til Løgtingsins umboðsmann skrivar Innlendismálaráðið, at kommunstýrislógin ikki fevnir um kommunalt samstarv, sum er ásett í aðrari lóggávu.

Innlendismálaráðið fær einki gjørt

Lógin um kommunalu samstørvini ásetir onki um eftirlitsheimildir hjá kommunala eftirlitinum og tí hevur landsstýriskvinnan í kommunmálum ikki somu heimildir fyri hesum samstørvunum, sum fyri kommununm.

- Vit kunnu ikki áleggja stýrinum dagbøtur. Vit hava ikki lógarheimild til tað, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Kommunala eftirlitinum, við útvarpið.

Landsstýriskvinnan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, fyri at broyta lógina, so landsstýrisfólkið fær somu heimildir at seta tiltøk í verk móti kommunalu samstørvunum innan eldraøkið, sum móti kommunustýrunum.

SÍ EISINI Umhugsar at stevna fyri ærumeiðing

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043