Reiðarafelagið undrast

Reiðarafelagið undrast
Tað er ørkymlandi, at munur er á umhvørviskrøvunum til privata handilsflotan og skipini hjá tí almenna, sigur Reiðarafelagið í hoyringarskrivi
Reiðarar fílast á, at mismunur verður gjørdur millum handilsflotan og almennu Strandfaraskipini, sum sleppa at lata kloakkspillvatn á sjógv
 
29.11.2016 - 13:39

Tað er bæði undranarvert og ikki sørt ørkymlandi, at samstundis sum privati handilsflotin fær álagt alskyns umhvørviskrøv, fáa skip hjá tí almenna lagaligari treytir.

Tað sigur Reiðarafelagið fyri Farmaskip í hoyringarsvari, nú Heilsu- og innlendismálaráðið ætlar at broyta kunngerðina um kloakkvatn frá skipum.

SÍ EISINI Linari krøv til strandfaraskipini

Kunngerðin er frá 2005. Krøvini til skip í innanoyggja rutusigling verða gjørd linari, so tey kunnu sleppa skitna vatninum á sjógv.

Orsøkin er, at umhvørviseftirlitið hjá Vørn er komið eftir, at fleiri strandfaraskip hava ikki kravdu útgerðina at viðgera kloakkvatn soleiðis sum altjóða krøv siga.

Strandfaraskipini skulu hava undantak

Samferðslumálaráðið hevur tí spurt Heilsu- og innlendismálaráðið, um ikki ber til at geva strandfaraskipunum undantak frá krøvunum í kunngerðini um burturbeining av kloakkspillvatni frá skipum.

Heilsu- og innlendismálaráðið heldur ikki, at undantakið fær stórvegis avleiðingar fyri umhvørvið. Nøgdin er avmarkað og strandfaraskipini tøma kloakkvatnið har tað verður ført burtur við streyminum.

Tá skal skipið tó vera í minsta lagi hálvan fjórðing úr landi. Altjóða sáttmálin um kloakkvatn frá skipum loyvir londum at gera linari reglur fyri skip, sum ikki eru í altjóða sigling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039