- Tíðindi, mentan og ítróttur
Síðsti møguleiki
Latið inn hevur Elin Michelsen hin Týs, 12/13/2016 - 08:23
Undirheiti:
Nú nærkast síðsti møguleiki at skriva eina jólasøgu til barnaútvarpið
Tekst:
Mikudagin 14. desember er síðsti møguleiki at senda okkum tína søgu, um tú vilt vera við í lutakastinum um ein av teimum trimum góðu jólapakkunum at leggja undir træið.
Eisini er møguleiki fyri at tín søga verður lisin í útvarpinum ein av jóladøgunum.
So liggur ein søga - ella bara ein hálv søga - og melur í høvdinum hjá tær, so er bara at seta teg at skriva søguna inn her.
Mynd:
Evni: