Reiðarí vilja lækka hýrurnar

Reiðarí vilja lækka hýrurnar
Reiðaríini, sum eiga frálandaskip, vilja lækka hýrurnar. Skipara- og navigatørfelagið sigur kortanei til uppskotið
Nú so lítið er at gera í frálandavinnuni, hava føroysk reiðarí, sum eiga frálandaskip, spurt Skipara- og navigatørfelagið, um ikki ber til at lækka hýrurnar
 
29.12.2016 - 07:59

Nú so lítið er at gera í frálandavinnuni, hava føroysk reiðarí, sum eiga frálandaskip, spurt Skipara- og navigatørfelagið, um ikki ber til at lækka hýrurnar. Men felagið sigur kortanei.

- Vit gjørdu eina tvey ára semju um sáttmálan, og vit vilja ikki broyta semjuna. Tí varð eingin broyting í lønarviðurskiftunum, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, Annfinnur Garðalíð, í ársfrágreiðingini á aðalfundinum í gjár. 

Annfinnur Garðalíð viðger støðuna í norsku frálandavinnuni, har hálvtannað hundrað skip eru løgd higartil. Tað er ein fjórðingur av norska frálandaflotanum.  

- Tá dagsprísurin fyri at leiga eitt fralandaskip er lækkaður úr 1,5 milliónum krónum niður í 50.000 krónur, so er greitt, at reiðarin ikki hevur nokk fyri manningarpart, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107