Kanning: Javnstøðulógin ov avmarkað

Kanning: Javnstøðulógin ov avmarkað
Javnstøðulógin eigur ikki bara at vera um kyn, men eisini um mismun, sum stendst av húðarliti, aldri og breki, staðfestir nýggj kanning
Tað er ikki óhugsandi, at javnstøðulógin í Føroyum verður víðkað, sigur formaðurin í Javnstøðunevndini
 
03.01.2017 - 09:12

Javnstøðulógin er alt ov avmarkað. Hon eigur ikki bara at vera um kyn, men eisini um mismun, sum stendst av húðarliti, aldri og breki.

Um tað er eingin ivi í Gallupkanning, Javnstøðunevndin gjørdi í november í fjør. 68 prosent halda, at javnstøðulógin skal víðkast. 22 prosent halda ikki, at lógin skal viðgera annan mismun enn mun á kynunum.

Tíggju prosent svaraðu, at tað vistu tey ikki. Serliga menninir vilja hava javnstøðulógina víðkaða til at fevna um onnur viðurskifti enn bara kyn.

Lógin kanska víðkað í Føroyum

Í hinum Norðurlondunum, fyrst og fremst í Skandinavia, umfatar javnstøðuarbeiðið nógv annað enn kyn. Tað umfatar alt slag av mismuni.

- Tað kann væl hugsast, at vit í Føroyum eisini fara at víðka javnstøðulógina. Javnstøðunevndin og landsstýriskvinnan í javnstøðumálum hava umrøtt málið, men enn er eingin niðurstøða gjørd, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini. 

Sjálvur tekur formaðurin undir við einum fjølbroyttari javnstøðuhugtaki. Eitt av nógvum aðalorðaskiftum í løgtinginum í hesari tingsetuni, sum samgongan hevur boðað frá, verður um javnstøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302