- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesar fáa nú uppreisn
Heldur tú, at tíðin var farin frá vinylplátunum, so fert tú skeivur. Stóru, svørtu pláturnar, sum eru gjørdar av vinyl, eru aftur á veg inn í hitan.
Sølan av LP-plátum tók í 2016 veruligt dik á seg aftur. Ikki síðani 1991 vórðu seldar so nógvar vinylplátur, sum tað vórðu í 2016, skrivar The Guardian.
Til samans vórðu seldar 3,2 milliónir LP-plátur í 2016. Tað er 16 ferðir so nógv sum í 2007, tá ferð veruliga kom á søluna av talgildum tónleiki.
SÍ EISINI Óvist hvussu nógv landið missir
Minst 30 LP-útgávur vórðu í 2016 seldar í meira enn 10.000 eintøkum, í andsøgn við 2007, tá bara 200.000 LP-plátur vórðu seldar til samans í øllum heiminum.
- Eldri fólk venda nú aftur til vinylplátur, og yngra ættarliðið hevur eisini fingið eyguni upp fyri plátum, sum tey ikki hava gjørt fyrr, sigur ein talskvinna í vinnuni.
Warner Music, eitt av heimsins størstu útgávufeløgum, sum eisini útgevur LP-plátur, hevur júst kunngjørt størsta yvirskotið í átta ár, skrivar The Guardian.