Illgruni um at vøllir dálka

Illgruni um at vøllir dálka
Granskarar í Noregi kanna nú, hvussu illa graslíkisvøllir dálka umhvørvi og sjógv. Fimm prosent av gummikúlunum á vøllum hvørva
Norðmenn kanna nú, hvussu nógv graslíkisvøllir dálka umhvørvið og sjógvin. Danir gera eisini eina nýggja leiðbeining
 
06.01.2017 - 18:31

Illgruni er um, at gummi, ið verður brúkt sum fylla í graslíkisvøllum, dálkar umhvørvið, millum annað um kemikalium lekur úr gummigranulatinum, teimum smáu gummikúlunum, sum eru í graslíkinum.

Í Noregi er fleiri enn 1500 graslíkisvøllir. Nú eru granskarar farnir at kanna, hvussu gummigranulatið ávirkar umhvørvið, tí tey, sum sparka, draga tað við sær, tá tey fara til hús.

Norskir granskarar hava fyrr kannað graslíki og umhvørvi. Men nýggjar kanningar eru neyðugar, tí trupulleikar standast eisini av gomlum graslíki, sum er burturbeint.

Danir gera nýggja leiðbeining

Ráðgevandi verkfrøðingafelagið COWI hevur roknað út fyri norska umhvørvismálaráðið, at fimm prosent av gummikúlunum í graslíkisvøllinum hvørva haðani.

Í Danmark er Umhvørvisstýrið í ferð við at gera nýggja leiðbeining um graslíki. Og ES ger eina frágreiðing um graslíki er ein vandi fyri heilsuna.

Í Íslandi er gummifyllan í nógvum vøllum skift, tí illgruni var um, at gamla fyllan var heilsuskaðilig. Ikki verður hildið vera ráðiligt at brúka hetta slagið av gummikúlum, har sum børn sparka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025