Krevja ókeypis koyring

Krevja ókeypis koyring
Nýggju borgarstjórarnir í Vágum krevja nú, at tað verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum
Ein gjørd avtala eigur at verða hildin, siga nýggju borgarstjórarnir í Vágum, sum vilja hava, tað verður ókeypis at brúka Vágatunnilin
 
09.01.2017 - 14:22

Fleiri, sum vóru við í tilgongdini, tá farið varð undir Vágatunnilin, siga, at politiska avtalan varð, at tunnilin skuldi latast landinum, tá lánið varð goldið.

Tað siga Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, í almennum skrivi í dag.

SÍ EISINI Skulu taka støðu til ókeypis koyring

Tað er eisini tað, sum tunnilsnevndin í samráð við Vinnumálaráðið hevur arbeitt ímóti, og tað er fatanin, øll vágafólk, norðingar og føroyingar yvirhøvur altíð hava havt, siga borgarstjórarnir i Vágum.

Aimé Jacobsen og Eyðdis Hartmann Niclasen vísa eisini á tað, sum Klæmint Weihe, fyrrverandi nevndarformaður í Vága- og Norðoyatunlinum, hevur skrivað í eini viðmerking á Facebook.

Hann vísir til, at avtalað varð, at partafelagið við 160 milliónum krónum í partapeningi skuldi latast landinum aftur, tá ið lánið varð goldið, og tunnilsgjaldið takast av.

Krevja at avtala verður hildin

Tað var ongantíð borið upp á mál, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur, skrivar Klæmint Weihe í viðmerkingini á Facebook. 

- Avtalan má og skal haldast. Tað altavgerandi er ikki, at sleppa undan at rinda nakrar krónur fyri at koyra gjøgnum tunnilin, siga teir báðir borgarstjórarnir.

- Men at ein gjørd avtala verður hildin, og at vágafólk - og norðoyingar - koyra á landsins vegum undir somu treytum sum allir aðrir føroyingar, siga borgarstjórarnir í báðum kommununum í Vágum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844