- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sernám húsvilt í Suðuroynni
Sernám er húsvilt í Suðuroynni, hóast skrivstovuhøli eru tøk í Vági.
Tey bæði starvsfólkini hjá Sernámi, sum búgva í Suðuroynni, - tey búgva í Porkeri, arbeiða heima við hús.
Men Tvøroyrar kommuna vil hava Sernám at vera á Tvøroyri. Ta avgerðina hjá gamla býráðnum staðfesti nýggja býráðið einmælt mánakvøldið.
Sernám hevði skrivstovu í Vági til 1.apríl í fjør, tá leigumálið varð uppsagt.
Gamla SEV-húsið
Vágs kommuna fann Sernámi annað høli, gamla SEV-húsið, sum kommunan eigur. Har standa innbúgv og kassarnir við journalunum hjá Sernámi. Men tey arbeiða ikki har.
Tvøroyrar kommuna vil hava Sernám til Tvøroyrar, tí har eru Barnaverndin, ergoterapi og fysioterapi fyri børn, og eftir 1.august í ár vera skúlatilboðini hjá Sernámi, sum nú eru á Tvøroyri og í Vági, øll á Tvøroyri, sambært Tvøroyrar býráði.
Býráðið heldur tað vera skilabest at hava alt hetta fakliga umhvørvið á sama staði.
Býta raksturin
Tær sjey kommunurnar í Suðuroynni býta raksturin hjá Sernámi í oynni millum sín. Útreiðslan er ikki stór. Hjá Tvøroyri, sum er størsta kommunan í oynni, er hon 34.000 kr. um árið.
Borgarstjórin í Vági skrivaði beint fyri jól til allar kommunurnar í Suðuroyni og bað tær taka undir við, at Sernám verður verandi í Vági.
Fýra kommunur hava játtað, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. Hetta eru kommunurnar sunnanfyri í oynni. Hann hevur ikki frætt frá kommununum norðanfyri.
Leggja seg ikki út í málið
Emmy Joensen, stjóri á Sernámi, sigur, at Sernám leggur seg ikki út í ósemjuna millum kommunurnar í Suðuroynni.
Sernám fer ikki at siga, hvar er best at vera, í Vági ella á Tvøroyri.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at Sernám eigur at vera á Tvøroyri, tí har er fakligi førleikin.
Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur ikki boðið Sernámi høli á Tvøroyri, men tað hava, sum skilst, onnur gjørt.