Fleiri ungfólk arbeiða í handli

Fleiri ungfólk arbeiða í handli
Tey hava arbeiði sum hjáinntøku, meðan tey ganga í skúla
 
13.01.2017 - 08:50

Ábendingar eru um, at handilsvinnan brúkar unga arbeiðsmegi meira nú enn fyrr.

Helst eru hetta ung fólk, sum arbeiða niðursetta tíð, og hava arbeiði sum hjáinntøku, meðan tey ganga í skúla, sigur Hagstovan.

Hagstovan hevur kannað vinnugreinina handil og umvæling og samanborið árini 1988, 2004 og 2016.

3.000 fólk

Okkurt um 3.000 fólk arbeiða í hesari vinnuni, sum fevnir um handlar og sølur, sum eisini hava verkstøð til umvælingar, til dømis bilasølur.

Kreppan fyrst í nítiárunum gjørdi, at meiri enn triðingur av løntakarunum fór úr handilsvinnuni. 

Seinastu átta árini er handilsvinnan bara vaksin í Streymoyar sýslu. Annars arbeiða færri í handlum og á verkstøðum.

Afturgongd í Suðuroynni og Sandoynni

Serliga stór er afturgongdin í Suðuroyar sýslu og Sandoyar sýslu, har eru yvir 30 prosent færri í vinnugreinini enn í 2008. 

Eisini í Norðoya sýslu er stór afturgongd. Fimti hvør er farin úr vinnuni seinastu átta árini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375