Mugu eisini flúgva um veturin

Mugu eisini flúgva um veturin
Tað eigur at verða sett sum treyt til SAS, at flogfelagið flýgur alt árið, eisini vetrarhálvuna, tá ferðafólkatalið er minni, heldur Vinnumálaráðið
Skal SAS flúgva til Føroya, skal flogfelagið eisini flúgva um veturin
 
16.01.2017 - 16:45

Men danskir mynduleikar hava ta fatan, at summar av treytunum, ið landsstýrið leggur upp til, ikki kunnu setast eftir lóggávuni á loftferðsluøkinum.

Tað kemur fram í svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Bjørn Kalsø, løgtingsmann. Atlantic Airways má metast at hava skyldu til at flúgva allar dagar alt árið, eisini vetrarhálvuna, tá ferðafólkatalið er minni.

SÍ EISINI Stórur áhugi fyri nýggjari flúgving

Hetta er ein skylda, sum kann leggja fíggjarligar byrðar á felagið, serliga nú eitt annað flogfelag kemur inn á somu rutu, stendur í svarinum.

Fyri at tað ikki skal vera ójøvn kapping, hevur landsstýrið ta fatan, at somu treytir eiga at verða settar SAS, sum verða settar Atlantic Airways, tað vil siga, at tað verður flogið alt árið, eisini vetrarhálvuna, sigur Poul Michelsen í svarinum.

Samstarvsavtala kann halda fram

Landsstýrið hevur eisini sagt, at møguleiki framhaldandi verður at varðveita higartil galdandi samstarvsavtalur millum SAS og Atlantic Airways, sum eru føroyska brúkaranum til gagns.

Umframt omanfyrinevndu ynski hevur landsstýrið eisini víst á týdningin av, at danskir myndugleikar virka fyri, at ferð verður sett á málið um føroyskan limaskap í FELO-samstarvinum.

Tað er Trafik-, Bygge- og Boligstyrelsen í Danmark, sum gevur loyvi at flúgva millum Føroyar og útlandið. Danskir og føroyskir myndugleikar samskifta í løtuni um umsóknirnar frá SAS og Loganair.

Ikki fingið endaligt loyvi

Danskir myndugleikar hava ta fatan, at onkrar av treytunum, ið landsstýrið leggur upp til, ikki kunnu setast eftir lóggávuni á loftferðsluøkinum.

Í flestu førum er tá talan um treytir, ið eiga at verða viðgjørdar sambært kappingarreglum og av kappingarmyndugleikunum í londunum báðum.

Enn eru loyvi tó ikki latin útlendsku feløgunum at fara undir flúgving til Føroyar, og treytirnar eru tí heldur ikki settar enn, kemur fram í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161