Innsavningin liðug

Innsavningin liðug
Íslendingar hava innsavnað tað, ið svarar til 350.000 krónur í okkara pengum
Innsavningin í Íslandi til frama fyri føroyingar eftir ódnirnar á jólum í fjør er nú liðug
 
17.01.2017 - 08:01

Innsavningin í Íslandi til frama fyri føroyingar eftir ódnirnar á jólum í fjør er nú liðug. Inn komu tað, sum svarar til 350.000 krónur í okkara pengum.

Pengarnir verða latnir føroyska sendimanninum í Íslandi 3. februar. Tey, sum stóðu fyri innsavningini, hava sagt, at pengarnir fara til bjargingarfeløgini í Føroyum.

Bjargingarfeløgini mistu samskiftisútgerðina, sum stóð á Sornfelli. Hon var ikki tryggjað. Innsavningin var á facebook-síðuni, sum eitur Færeyingar og íslendingar eru frændur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334