Svartkjaftakvotan kanska størri

Svartkjaftakvotan kanska størri
Føroyska svartkjaftakvotan í ár verður kanska 200.000 tons størri enn hon var í fjør. Norðhavssildakvotan verður kanska meira enn dupult so stór
Tað er ikki óhugsandi, at føroyska svartkjaftakvotan verður 200.000 tons størri enn hon var í 2016
 
18.01.2017 - 07:57

Í brøvum til Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, har sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, biður um ráðførslu um svartkjaftakvotuna og norðhavssildakvotuna í ár, sigur hann, at hann mælir til at áseta svartakjaftakvotuna at vera 476.901 tons og sildakvotuna 125.597 tons.

Í ár er svartkjafturin 275.832 tons, og sildin er 56.087 tons. Í brøvunum til Uttanlandsnevndina, sum eru á heimasíðuni hjá nevndini, sigur Høgni Hoydal, at hann vil ráðføra seg við nevndina, áðrenn hann tekur endaliga støðu til kvoturnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815