Illgrunin til varðhaldsfongslaðu menninar styrktur

Illgrunin til varðhaldsfongslaðu menninar styrktur
Í dag er komið fram, at blóðið, sum varð funnið í bilinum, er frá Birnu Brjánsdóttir, og tað styrkir illgrunan hjá íslendsku løgregluni
Tvinnir vegir føra til Selvogsvita, har líkið av Birnu varð funnið
Mynd: vísir.is  
 
22.01.2017 - 20:49


Úrslitið av kanningunum av blóðinum, sum varð funnið í reyða Kia Rio-bilinum, styrkir illgrunan hjá løgregluni í Reykjavík um, at sjómenninir báðir, sum sita í varðhaldi, hava ábyrgdina av, at hon er deyð, skrivar Vísir. 

Grímur Grímsson, kanningarleiðari í málinum um Birnu Brjánsdóttir, sigur, at reyði Kia Rio-bilurin hevur koyrt tilsamans 300 kilometrar teir báðar dagarnar, sum menninir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, leigaðu bilin. 

                Les eisini: Minnast Birnu Brjánsdóttir í Nuuk

Líkið av Birnu varð funnið í fjøruni við Selvogsvita, og kanningarleiðarin sigur, at tað samsvarar við kilometrartalið, sum løgreglan hevur roknað út, hvar bilurin hevur koyrt. 

- Hetta er ikki longri burtur, enn vit høvdu roknað við, og hetta staðið var eisini partur av leitingarøkinum, segði Grímur Grímsson, í samrøðu við blaðið Vísir.

                Les eisini: Líkið av Birnu Brjánsdóttir funnið

Spurdur, hvørja leið, menninir eru komnir til vitan, sigur Grímsson, at tað eru bara tveir mátar. (Sí kortið omanfyri).

Spurdur, um løgreglan hevur myndir, sum vísa reyða Kia Rio-bilin í økinum, svarar hann, at nú verður farið at leitað í myndunum frá økinum, har Birna varð funnin.

Hann sigur, at menninir kunnu hava tveitt líkið í havið aðrastaðni, enn júst við Selvogsvita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797