Signhild Joensen føroyskt met í Reykjavík

Signhild Joensen føroyskt met í Reykjavík
Føroyska metið í 100. metrar rygg er tikið
Mynd: svimjing.com  
 
29.01.2017 - 12:28

Signhild Joensen úr Ægir, hevur sett nýtt føroyskt met í 100. metrar ryggsvimjing.

Klaksvíkingurin kappast í Reykjavík International Games, og har vann hon bronsu í 100. metrum rygg.

Hon kom á mál við tíðini 1.04.25. Signhild átti sjálv gamla metið, sum var 1.04.54 frá Danish Open í fjør.

Nummar eitt bleiv Mie Ø. Nielsen, sum luttók á olympisku leikunum í Rio, við tíðiin 1.01.65.

Nummar tvey bleiv íslendska, Eygló Ósk Gustafsdóttir við tíðini 1.02.27.

Nógv føroysk heiðursmerkir í Reykjavík

Føroyskir svimjarar hava yvirhøvur staðið seg væl á leikunum í Reykjavík.

Róland Toftum úr Susvim hevur vunnið gull í 100 m bringu.

Sára Nysted, eisini úr Susvim, hevur vunnið tvey heiðursmerkir, silvur í bæði 200 m. blandað og 200 m. bringu.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur vunnið silvur í 50 m. bringu og bronsu í 200 m. bringu

Jana B. Thomsen hevur vunnið bronsu í 100 m. firvald

Tað ber til at lesa meira um føroysku svimjararnar á heimasíðuni svimjing.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532

Meira um sama evni