Forsetavalið kann raka alivinnuna

Forsetavalið kann raka alivinnuna
Føroyskur útflutningur til USA kann verða hart raktur av protektionistiska politikkinum hjá Donald Trump. Føroyskur alari stúrir
Protektionistiska rákið í USA kann ávirka prísin á laksi í øllum heiminum negativt, heldur føroyskur alari
 
29.01.2017 - 18:02

Serliga virkaðar laksavørur kunnu verða raktar, metir Atli Gregersen, alari, í samrøðu við útvarpið.

Føroyar úttflyta fyri umleiða hálva milliard til USA. Meginparturin av útflutninginum er virkaður laksur, tað vil siga flakaskorin laksur ella portiónir. 

Í farnu viku tóku tey 150 tons av laksi hjá Luna. Umleið 50 tons var flakaskorið og sent á amerikanska marknaðin. Luna er ikki einasta alifyritøkan, sum útflytir laks til Amerika. Tað ger Bakkafrost eisini.

Bíða spent eftir næsta útspæli

Men føroyskir alarar stúra nú fyri, hvat nýggja amerikanska stjórnin fer at finna uppá. Higartil hevur politikkurin hjá nýggja forsetanum verið sera protektionistiskur og tað er ikki góð tíðindi fyri føroysku alivinnuna.

Sambært Atla Gregersen, stjóra í Luna, so stúra tey serliga fyri handilsforðingum á virkaðum laksi. Donald Trump forseti vil hava horvin størv aftur til USA, so fara handilsforðingar at raka lidnar vørur, meðan óvirkaðar vørur helst sleppa inn á amerikanska marknaðin til virkingar.

Tað er ikki gott fyri Luna, sum serliga sendir virkaðar vørur til USA og helst er tað ikki gott fyri nakra alifyritøku í Føroyum.

Kann fáa stóra ávirkan fyri prísin

Atli Gregersen væntar eisini, at protektionistiska rákið í USA kann ávirka prísin á laksi í øllum heiminum negativt. Tað, sum Trump ger í hesum døgum, ávirkar allan heimin.

Hvussu víkir og vendir, so vilja handilsforðingar í USA merkja, at laksurin, sum fyrr varð seldur á amerikanska marknaðinum, ístaðin má seljast á øðrum marknaðum í øðrum londum.

Veksir útboðið av laksi, so minkar prísurin, sigur Atli Gregersen. Hann undirstrikar, at vit enn ikki vita, hvat amerikanski forsetin kann finna uppá at gera.

Vinnan í Føroyum von við broytingar

Tað positiva er, at føroyska alivinnan er von við, at marknaðir flyta og at vinnan millum lítla og onga ávirkan hevur á tær politisku broytingarnar, sum frá degi til dags kunnu steingja hurðar og lata aðrar hurðar upp.

Tá Russland hertók Krimhálvoynna og ES valdi at seta handilstiltøk í verk móti Russlandi, lat tað eina hurð upp fyri føroyskum útflutningi til Russlands.

Í dag er Russland nógv tað størsta útflutningslandið. Ein fjórðingur av samlaða útflutninginum fór til Russlands. Umleið helvtin av útflutninginum til Russlands er laksur. Restin er uppsjóvarfiskur.

Fylgja væl við í løtuni

Eitt annað eldri dømi uppá, at tilvildin letur hurðar upp, er føroyski útflutningurin til Kina. Føroyskur útflutningur til Kina kom tí kinesar vóru súrir við norðmenn og tí ikki vildu hava norskan laks.

Tá ið ES setti handilstiltøk í verk móti føroyska uppsjóvarvinnuni var heilt tætt við, at laksurin eisini varð raktur av flutningsbanninum gjøgnum ES. Politiska ósemjan hevði einki við laks at gera, men hevði havt óbótaligan skaða fyri alivinnuna. Tíbetur var ikki so. 

Sambært Atla Gregersen er amerikanski marknaðurin týdningarmikil og alivinnan fylgir í løtuni væl við í, hvat Donald Trump og nýggja amerikanska stjórnin hevur í kortunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477