Yvirfriðingarnevndin nýggja niðurstøðu

Yvirfriðingarnevndin nýggja niðurstøðu
Nýggjar upplýsingar hava fingið Yvirfriðingarnevndina at spyrja Tórshavnar kommunu, hvat hon heldur um at friða økið við Sund.
 
01.02.2017 - 12:33

Kaldbaksfólk hava frá byrjan mótmælt ætlanini um, at grót úr Eysturoyartunlinum skal leggjast við Sund og brúkast til útbygging av ídnaðarøkinum har.

Í fyrstu atløgu fingu tey ikki viðhald í Yvirfriðingarnevndini, men kaldbaksfólk hava víst á náttúrufriðingarlógina, sum sigur, at øki kunnu friðast, tá tey bera av í vakurleika, liggja væl fyri ella hava sereyðkenni í landslagnum, í plantugróðri ella djóralívi.

Øki kunnu eisini friðast, sum hava munandi týdning fyri fólk, millum annað støð, har frítt útsýni er.

Yvirfriðingarnevndin metir hetta vera nýggjar upplýsingar í málinum, og á fundi í gjár samtykti nevndin at spyrja Tórshavnar kommunu, hvat hon heldur um tað at friða nakrar hundrað metrar á Sundi.

Kommunan fær 14 dagar at svara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531