Ull á uppboðssølu

Ull á uppboðssølu
Búnaðarstovan lýsir nú ullina, sum savnað varð inn í Ullarmóttøkuni í fjørsummar, til sølu á uppboði
 
01.02.2017 - 15:21

Búnaðarstovan skrivar, at talan er um góða, føroyska ull, ið er flokkað í 2 flokkar eftir dygd: 1. flokkur er ull, sum er skild í 6 ymiskar náttúrulitir og 2. flokkur er litblandað ull.

Ullin í 1. flokki er skild og góðskumett eftir gomlum siði til at vera av bestu dygd. Ullin í 2. flokki er skild frá, serliga tí at hon er nakað tøvd, ella at nakað av mosa/bosi er í henni.

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og nosslig. Turra ullin er pakkað í stórballir, sum viga millum umleið 140 - 170 kg hvør.

Evsta mark at bjóða upp á ullina er 8. februar. Og 14. februar verða boðini latin upp á Búnaðarstovuni. Tú kanst lesa meira um søluna á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni: www.bst.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609