Umvælingin drúgvari enn ætlað

Umvælingin drúgvari enn ætlað
Tað gjørdist drúgvari enn ætlað at umvæla Sildberan. Stálið, ið skuldi brúkast til umvælingina, var ikki á goymslu
Tað bleiv drúgvari enn ætlanin var, at umvæla Sildberan, sum væntandi fer aftur í sigling í morgin, týsdagin
 
06.02.2017 - 09:32

Men væntandi fer Sildberin aftur í sigling í morgin, boða Strandfaraskip landsins frá. Sildberin fekk skaða, tá hann bar við botn á veg til Skúvoyar tann 21. januar.

Ein orsøk til, at umvælingin gjørdist drúgvari enn ætlað, er, at skipasmiðjan hevði ikki stálið á goymslu. Tað kom við Norrönu til Føroya fyri einari viku síðani.

Talan er bara um góðar tríggjar fermetrar av stáli til at umvæla tríggjar skeinur í botninum á Sildberanum. Súlan siglir á Skúvoyarleiðini, meðan Sildberin er til umvælingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025