Málið ikki liðugt í ár

Málið ikki liðugt í ár
Gerðarrættarmálið um Glasir verður ikki liðugt í ár, kemur fram í svari. Málið byrjaði 4. apríl í fjør
 
08.02.2017 - 09:30

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann. Landsverk og byggifelagið TG Verk eru ósamd um arbeiðið í Marknagili.

Ósemjan er um tíggjutals milliónir krónur. og báðir partar hava krøv hvør móti øðrum. Sambært landsstýrismanninum hevur Landsverk ikki rindað pening fyri arbeiði, sum ikki er gjørt. 

Arbeiða eftir upprunaligu ætlanini

Høvuðsarbeiðstakarin, TG Verk, boðaði frá í oktober í 2015, at felagið steðgaði arbeiðinum, um Landsverk ikki rindaði 15 milliónir krónur fyri arbeiði, sum felagið segði var eyka arbeiði. 

Landsverk var ósamt, so kravið fór í gerðarrætt. Viðvíkjandi kostnaðinum, so verður arbeitt eftir upprunaligu kostnaðarætlanini.

Men útreiðslur í sambandi við ósemjur og krøv eru lagdar fyri gerðarættin at taka støðu til, sigur Henrik Old, landstýrismaður, í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954