Lóg um persónsupplýsingar dagførast

Lóg um persónsupplýsingar dagførast
Nú kemur dagførda lógin um, hvussu ríkismyndugleikarnir í Føroyum handfara upplýsingar um fólk. Lógarbroytingin umfatar millum annað barnaváttanir
 
10.02.2017 - 10:28

Í november í 2010 bað løgmaður donsku stjórnina um at dagføra lógina. Síðani 2012 hevur Dátueftirlitið biðið um at fáa lógina dagførda.

Løgmansskrivstovan hevur við jøvnum millumbilum mint stjórnina á málið. Í gjár kom ríkislógartilmælið so í Løgtingið.

Lógin skal verja fólk, tá ríkismyndugleikarnir viðgera upplýsingar, sum teir hava um tey. 

Galdandi lógin skjótt 20 ár

Ríkismyndugleikarnir í Føroyum eru Ríkisumboðið, Føroya rættur, Politiið, Kriminalforsorgin og Landslæknin. 

Galdandi lóg í Føroyum kom í gildi 1. juli 1988. Hon er ikki broytt síðani. Lógin setir bann fyri at samkoyra skráir við persónsupplýsingum.

Sambært viðmerkingunum um ríkislógartilmælið hevur einki eftirlit sum so verið við edv-skráunum hjá ríkismyndugleikinum í Føroyum síðani 2000.

Eingin eftirlitsmyndugleiki síðani 2000

Tá fór lógin, sum Registertilsynet var í, úr gildi. Í Danmark kom Datatilsynet í staðin fyri. Men tað virkar ikki í Føroyum.

Sostatt hevur eingin veruligur eftirlitsmyndugleiki verið síðani 2000, tó so, at tá ivamál hava verið, er spurningurin vístur til danska Løgmálaráðið. 

Ein av kunngerðunum, sum verður sett í gildi, eftir at dagførda lógin er sett í gildi tann 1. juli, fer at heimila politinum í Føroyum at útflýggja barnaváttanir. Tá fer at vera møguligt hjá føroyskum myndugleikum at krevja barnaváttan í ávísum førum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423