Byrja nú at bora

Byrja nú at bora
Týsdagin 21. februar klokkan 14 verður fyrsta skot latið av í Eysturoyartunlinum
 
10.02.2017 - 18:39

Fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av við tunnilsmunnan á Strondum og nú byrjar arbeiðið av álvara uppá at knýta Skálafjørðin við Havnina.

Tunnilin verður til samans góðar 11 kilometrar. Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár. Tí skal tunnilin eftir ætlan verða liðugur í 2019-20.

Næstur í røðini verður so Sandoyartunnilin. Arbeiðið uppá tunnilin til Sandoynna skal eftir ætlan byrja í 2018 og tunnilin skal standa liðugur í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688