Rætting til tíðindi

Rætting til tíðindi
Útvarpið bar skeiv tíðindi um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu fríggjakvøldið
 
16.02.2017 - 10:51

Í tíðindasendingini fríggjakvøldið 10. februar bar útvarpið tey skeivu tíðindi, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, er í farloyvi úr starvi sínum í TF-Holding, og at hon tí er ógegnið at standa fyri kanning av Eik-málinum hjá TAKS, eftirsum TF-Holding eigur Eik.

Tíðindini, sum eri í yvirskrift og í innslagi í hesi sendingini (leinki), eru ikki røtt.

Kristina Háfoss er ikki í farloyvi, men segði starvið frá sær, tá hon tók við sum landsstýriskvinna í 2015.

Hetta áttu vit at havt kannað, og vit biðja um orsaka fyri mistakið.

Slóð til tíðindasendingina, har tíðindini vórðu send: Útvarpstíðindi 18:00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459