- Tíðindi, mentan og ítróttur
42 søkt um granskingarstuðul
42 umsóknir eru komnar inn til granskingarstuðul. Tað er væl fleiri enn í fjør, tá talið var 26, tað lægsta í nógv ár. Metið var í 2014, tá 48 umsóknir komu inn. Tað sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
24 kvinnur og 18 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er á leið sama býti, sum undanfarin ár.
Helmingurin av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.
Søkt verður um góðar 37 milliónir krónur í stuðli. Granskingargrunnurin hevur umleið 7,3 milliónir krónur tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum.
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður í mai.
Tilsamans eru næstan 200 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. 14 granskingarverkætlanir eru stuðlaðar úr Sjúkrakassagrunnunm síðani 2014.