Gera nógv burturúr

Gera nógv burturúr
Eitt strandfaraskip fer at sigla gestir av Havnini inn á Strendur týsdagin, tá fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður latið av
 
20.02.2017 - 08:53

Í morgin klokkan 14 fer Henrik Old, landsstýrismaður, at lata fyrsta skotið av fyri Eysturoyartunlinum. Tað verður við tunnilsmunnan á Strondum.

Í hesum sambandi hevur Strandsferðslan broytt ferðaætlanina hjá Ternuni, sum klokkan 12:30 fer av Havnini til Nólsoyar.

SÍ EISINI Sí myndirnar: Nú er klárt at bora

Ternan fer síðani inn á Strendur við gestum, sum ætla sær at uppliva løtuna, nú arbeiðið við at knýta Skálafjørðin við Havnina av álvara fer í gongd.

Klokkan 16 siglir Ternan av Strondum og aftur til Havnar. Eysturoyartunnilin verður tilsamans góðar 11 kilometrar. 

Byggitíðin verður mett at verða trý til fýra ár, so tunnilin verður eftir ætlan liðugur í 2019-20. Næstur í røðini verður so Sandoyartunnilin. Hann skal eftir ætlan byrja í 2018 at standa liðugur í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595