Sleppa ikki undan læknaváttanum

Sleppa ikki undan læknaváttanum
Tað verður ikki í hesum umfarinum, at tey, sum fáa dagpengar, sleppa undan at biðja um læknaváttan fyrstu vikuna, tey eru sjúk
 
01.03.2017 - 14:48

Lógarbroytingin, sum annars var til hoyringar, er ikki við, nú Almannamálaráðið hevur latið Løgtingsskrivstovuni síni uppskot í hesari tingsetuni.

Eyðgunn Samulsen, landsstýriskvinna, sigur, at hon hevur ikki slept ætlanini um at linka kravið læknaváttan á privata arbeiðsmarknaðinum. Men nær, lógarbroytingin kemur í tingið, veit hon ikki nú.

SÍ EISINI Mæla frá at linka krøvini til læknaváttanir

Ætlanin var at linka kravið um læknaváttan. Skotið varð upp, at í málum, har dagpeningur í mesta lagi verður latin fyri eina arbeiðsviku, skulu læknaváttanir ikki útvegast.

Tó skal læknaváttan útvegast, um arbeiðsgevarin biður um tað, tá umsøkjarin seinasta 12 mánaða skeiðið hevur havt í minsta lagi trý fráveruskeið og hevur fingið dagpening fyri hesi skeiðini.

Lógarbroytingin kemur ikki nú

Ikki er greitt enn, hvussu hendan reglan skal umsitast. Tí kemur lógarbroytingin ikki nú, sigur landsstýriskvinnan. Arbeiðsgevarum dámdi lítið ætlaðu lógarbroytingina.

Tað eigur altíð at vera eitt krav fyri at fáa dagpening, at lækni hevur váttað sjúku. Tað er lítið at ivast í, at linkaða kravið um læknaváttan hevur við sær fleiri dagpengar.

Tað rakar hvørja ferð arbeiðsgevaran, sum fær rokning frá dagpeningaskipanini fyri fyrsta og annan sjúkradagin, segði Arbeiðsgevarafelagið í sínum hoyringarsvari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097