Ung í Gøtu seta ein franskan leik upp

Mynd av fýra av teimum seks sjónleikarnum
Ung í Gøtu seta ein franskan leik upp
Hin Berkskølluta Sangarinnan eitur ein franskur leikur, sum nøkur ung í Gøtu eru farin í holt við at spæla
01.03.2017 - 20:00

Leikurin verður framførdur av ungum sjónleikarum í Losjuni Glotti í Gøtugjøgv. Hann verður framførdur av ungum frískum sjónleikarum. Í fimm vikur hava tey arbeitt við leikinum. Hóast stuttu venjingartíðina hava tey verið effektiv, og longu Leygardagin standa tey klár at framføra fyri fyrstu ferð.

Vit hava fingið orð á ein av leikarunum, Teresu Reinert. Teresa er 19 ár  og hevur verið virkin innan sjónleik, síðan hon var 13 ára gomul. Hetta er hennara fjórða stóra verkætlan, sum hon fer í holt við, og fyrstu ferð hon fer í holt við ein absurdan leik. Teresa hevur givið okkum eina stutta forkláring um leikin, og hví hann er vikgtigur hjá ungum at uppliva.


- Berskølluta Sangarinnan (The Bald Soprano) er skrivaður av romensk-franska manninum, Eugene Ionesco, og er eitt frálíkt dømi upp á absurdan leik. Hóast leiklutirnir eru sera fløktir og forvirraðir, er søgan nokk so samanhangandi. Ish. Hendingarnar eru einkultar, og eru hesar, settar í raðfylgju: Harra og frú Joensen sita á sofu sínari og práta um leyst og fast. Um blóðini, yoghurtídnaðan og um gamlar kenningar. Tey skilja á lagnum, at tey hava eina vaskikon, tey ikki vistu um. Tað stutta av tí langa er, at harra og frú Jacobsen eru komin at vitja, og tey setast øll til ein drekkamunn. Brandmeistarin kemur eisini á gátt, og hesin blíði bólkurin fer so at siga frá ymiskum søgum.


Teresa heldur, at tað er týdningarmikið hjá ungum at sýggja hendan leik, tí tað er neyðugt hjá okkum ungu at bjóða okkum sjálvi av inn ímillum. Eisini er tað neyðugt hjá okkum ungu at brúka skilið, og tí er tað gott at síggja ein absurdan leik. Í hesum leiki ber væl til at flenna, tí nógv stuttligt fer fram, men mann má eisini lurta og síggja og ikki bara hoyra og hyggja, sigur Teresa Reinert, leikari.

 

Eisini hava vit havt samband við leikstjóran, Mariann Hansen.
Mariann er 31 ára gomul, og hetta er fyrsti leikur, har hon er leikstjóri eftir, at hon hevur tikið útbúgving innan sjónleik í Noregi, Litava og Íslandi. Til dagliga arbeiðir hon við sjónleik og ymiskum verkætanum. Hon fortelur eisini, at orsøkin til, at hon arbeiðir so nógv við sjónleiki, er tí, at sjonleikur samt við sjónleikarahúsið altíð hevur drigið hana, og sjónleikur hevur verið ein stórur partur av hennari lívi, síðan hon var eini 15-14 ára gomul.

 

Har sum vilji er, finnur mann ein veg
Mariann fortelur eisini, at hóast leikararnir eru ungir og eru upptiknir av nógvum í dagligdegum, hava tey altíð funnið loysnir, soleiðis at puslispæli kundu byggjast. Saman funnu tey útav tí, og puslispælið varð bygt. Saman fingu tey alt at hanga saman, tí har sum vilji er, finnur mann veg, sigur Mariann. Hon greiðir eisini frá, hvussu góð tey eru við hvønn annan, og hvussu trivnaðurin hevur havt ein stóran týdning fyri tey, hana og leikin. Tí um tryggleikin og trivnaðurin er góður, so er tað eisini nógv lættari fyri tey ungu at framføra, og tey vera meira avslappað og trygg.

 

Týdningarmikið fyri tey at kenna leiklutin og leikin
Tað fyrsta, tey arbeiddu við, var at analysera leikin, so at tey skiltu hann og kendu hann væl. Síðan fingu tey hvør sín leiklut og arbeiddi við honum, og í hvør í sínum lag skaptu tey eina søgu aftan fyri sín leiklut. Eftir at tey høvdu arbeitt við analysu og tekst fóru tey uppá gólv og skaptu ein pall.

 

Befríandi, tá alt ikki er so seriøst
Mariann heldur tað vera sera týdningarmikið hjá ungum at síggja leikin, tí tað er gott fyri okkum at síggja okkurt øðrvísi og uppliva okkurt, ið ikki gevur nakra meining. Hon sigur eisini, at ung ofta leita eftir, hvørji tey eru, og hvat tey vilja vera, og hvørja passión tey hava, og tí er tað gott at síggja okkurt, ið ikki gevur meining. Sum ung hevði hon júst hesar tankar, og fyri hana var tað befríandi at skapa, gera og spæla leik.


 - Meiningsloysi fær meg at hugsa um tilveruna hjá okkum menniskjum, leggur hon afturat.


Mariann sær stórt virði í at arbeiða við nøkrum, ið ikki er logiskt ella onkrum, ið er absurd.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.