Tað verður ein felags leiðsla

Tað verður ein felags leiðsla
Tað verður ein felags leiðsla fyri tey trý sjúkrahúsini í Føroyum. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Tað verður ein felags leiðsla fyri tey trý sjúkrahúsini í Føroyum og ikki tríggjar leiðslur, ein fyri hvørt sjúkrahús. Tað er nú greitt
 
02.03.2017 - 14:23

Spurningurin, um tey trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu hava hvør sína leiðslu ella um ein felags leiðsla skal setast fyri sjúkrahúsini, er nú avgjørdur.

Ein felags sjúkrahúsleiðsla fyri Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús skal setast at stjórna og reka tey trýsjúkrahúsini í Føroyum.

Lokalar leiðslur setast

Í seinasta lagi 1. januar 2018 skal ein ovasti leiðari verða settur fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum. Hesin ovasti stjórin skal saman við lokalbundnu leiðslunum mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum.

Sirið Stenberg sigur, at tað verður framhaldandi tørvur á at hava lokalar leiðslur á staðnum, men tær leiðslurnar verða eisini partur av sjúkrahúsleiðsluni. Hetta merkir, at lokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaða sjúkrahúsverkinum.

Sagt verður, at Sjúkrahúsverkið verður skipað sum ein organisatión, har greitt uppgávubýti verður millum fysisku eindirnar. Endamálið er at fáa felags visitatión og felags bíðilistar. Somuleiðis verður farið undir miðvíst arbeiði við útvegan av starvsfólki.

Tekur undir við arbeiðsbólki

Tað kom fram í Løgtinginum fyri lítlari løtu síðani, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, legði fram menningarætlanina fyri sjúkrahúsini í Føroyum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum tekur sostatt undir við tilmælinum hjá einum arbeiðsbólki, sum í juni mánað í fjør mælti til at seta eina felags leiðslu at reka tey trý sjúkrahúsini.

Arbeiðsbólkurin mælti millum annað til at hava felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini í Føroyum, at hava felags starvsfólkadeild, læknaútbúgving á Fróðskaparsetrinum, øll akuttviðgerð skal vera á Landssjúkrahúsinum, og almennir bíðilistar skul gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979