- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúktu skeivar prísir til útrokningar
Tað staðfestir dómurin, sum varð kunngjørdur í Føroya Rætti í dag um bilseljarin, sum er dømdur fyri at hava falsað bilfakturar. Ivasomu lógarheimildina hevur Akstovan nú fingið frá landsstýrinum.
Skrásetingargjaldið á einum innfluttum, brúktum bili verður roknað út frá tí nývirði, sum bilurin hevur, varð hann fluttur beinleiðis av bilverksmiðjuni og stóð spildurnýggjur á føroyska kaikantinum.
SÍ EISINI Bilseljari dømdur fyri skjalafalsan
Harvið hevur Akstovan borið seg skeivt at, tá hon hevur brúkt listaprísir sum grundarlag fyri at rokna skrásetingargjaldið út. Ein listaprísur er prísur, har vinningur til útlendskar bilasølur er íroknaður.
Í hesum málinum var talan um 18 bilfakturar, sum bilseljarin hevði falsað. Ákærin metti - við upplýsingum frá Akstovuni - at bilseljarin hevði snýtt landskassan fyri íalt 760.000 krónur.
Men í ellivu av teimum átjan førunum hevði Akstovan nýtt listaprísir, har vinningurin frá donskum og týskum bilasølum var íroknaður. Tí metir rætturin, at upphæddin, sum bilseljarin hevði snýtt fyri, 587.000 krónur ella slakar 173.000 krónur lægri enn tað, sum ákærin kravdi
Elvt til høvuðbrýggj leingi
Hálvu milliónina sleppur bilseljarin undan at rinda - í fyrstu atløgu. Akstovan noyðist ístaðin at krevja inn pengarnar sum endurgjaldskrav í einum møguligum borgarligum rættarmáli.
Mátin, at rokna út upprunavirðið á einum brúktum bili, hevur givið Akstovuni høvuðbrýggj í langa tíð. Trupulleikin er, at tað er næstan ógjørligt at fáa bilverksmiðjurnar at lata ítøkiliga nýprísin uttan vinning - helst tí tær lata bilasølum ymiskar prísir.
Tí hevur Akstovan kent seg noydda at tulka lógina, sum er ógreið á økinum, liberalt og í fleiri førum rokna skrásetingargjaldið út frá listaprísinum, sum tær fáa frá høvuðsbilasølunum.
300.000 krónur í bót
Trupulleikan hava politikararnir eisini viðurkent.
Landsstýrið veitti í fjør Akstovuni eina hjálpandi hond við at seta eina kunngerð í gildi, sum nú greitt gevur Akstovuni heimild til - í serligum førum - sjálva at meta nývirðið á bilum.
Kunngerðin varð sett í gildi í mai í fjør - tað vil siga eftir at hetta ítøkiliga málið um skjalafalsan byrjaði - og tí kundi Akstovan ikki nýta heimildina í hesum málinum. Bilseljarin sleppur tó neyvan undan at fara í lummarnar eftir pengum.
Smápartafelagið hjá honum hevur fingið 300.000 krónur í bót. Og bilseljarin sjálvur fekk seks mánaða treytaða fongsulsrevsing. Dømdi maðurin skal eisini gera ólønta samfelagstænastu í 120 tímar.