Nærkast søguligum fólkatali

Nærkast søguligum fólkatali
Um nakrar vikur búgva á fyrsta sinni 50.000 fólk í Føroyum, heldur gongdin í løtuni fram
Um nakrar vikur heldur Hagstovan seg kunna boða frá, at fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð er farið upp um 50.000
 
15.03.2017 - 08:04

Tað ber ikki til at siga í dag. Men um nakrar vikur heldur Hagstovan seg kunna boða frá, at fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð er farið upp um 50.000.

Tann 1. februar vóru 49.935 fólk í Føroyum. Hóast tað var fyri hálvum øðrum mánaði síðani, ber ikki til at siga nú, at 65 fólk eru komin afturat netto síðani 1. februar.

Kann ganga ein tíð

Hagstovan sigur, at fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tey eru skrásett í Landsfólkaskránni, sum fær sínar upplýsingar frá kommununum.

Tað gongur ein tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar til kommunurnar og fráboðaðar Landsfólkaskránni.

Fødd og deyð eru oftast skrásett ein til tveir mánaðir eftir hendingina. Tað sama er at siga um fólk, sum flyta til Føroya og úr Føroyum.

Fleiri kunnu gerast nummar 50.000

Í onkrum føri koma upplýsingar um flyting ikki fyrr enn fleiri mánaðir ella ár seinni. Hetta ger, at fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin.

Tað merkir eisini, sigur Hagstovan, at fleiri føroyingar kunna gerast føroyingur nummar 50.000. Tað veldst um, nær verður hugt eftir skrásetingunum.

Nú vit eru komin inn í hálvan mars, nærkast dagurin, tá vit kunnu siga, at vit eru 50.000 fólk í Føroyum, men enn ganga nakrar vikur afturat, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459