Sendifólkini skattast í Føroyum

Sendifólkini skattast í Føroyum
Samd Fíggjarnevnd tekur undir við at broyta skattalógina, so føroysku sendifólkini úti í heimi skulu rinda skatt í Føroyum
 
23.03.2017 - 09:46

Danskir og føroyskir skattamyndugleikar eru komnir ásamt um, at sendifólk Føroya eiga at verða skattað í Føroyum eftir føroyskum reglum.

Semja er tí eisini um, at upphæddin, ið sendifólk Føroya áður hava rindað til Danmark, verður flutt til Føroyar. Neyðugt er tí, at viðkomandi skattareglur á økinum verða broyttar, summar við afturvirkandi gildi.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur lagt fram uppskot um at broyta skattalógina, so hetta kann koma í gildi. Samd Fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, sigur nevndin í álitinum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491