Fingu ikki viðhald í Landsrættinum

Fingu ikki viðhald í Landsrættinum
Eystari Landsrættur fríkendi fyrrapartin Fiskimálaráðið fyri øll krøv, sum Líraberg reisti móti ráðnum
Partafelagið Líraberg fekk ikki viðhald í sakarmálinum móti Fiskimálaráðnum. Líraberg stevndi Fiskimálaráðið eftir 750.000 krónum í endurgjaldi fyri mistan makrel í 2012
 
23.03.2017 - 15:11

Partafelagið Líraberg fekk ikki viðhald í sakarmálinum móti Fiskimálaráðnum. Eystari Landsrættur fríkendi fyrrapartin Fiskimálaráðið fyri øll krøv, sum Líraberg reisti móti ráðnum. 

Líraberg stevndi Fiskimálaráðið eftir 750.000 krónum í endurgjaldi fyri mistan makrel í 2012. Í stevningini vildi reiðaríið eisini hava rentir omaná.

SÍ EISINI Fiskimálaráðið fær longri freist at svara

Partafelagið vildi hava rættin at døma Fiskimálaráðið at viðganga, at tað var skeivt ikki at geva Samtakinum Sjófeli makrelkvotu í 2012. Samtakið søkti um 15 prosent av kvotuni, ella 22.500 tons.

Partafelagið Líraberg vildi tí hava rættin at døma Fiskimálaráðið at viðganga, at tað ikki umsitur lógina um vinnuligan fiskiskap rætt. 

SÍ EISINI Tók hálvt annað ár at avgreiða málið í rættinum

Í desember 2015 fríkendi Føroya Rættur Fiskimálaráðið fyri øll krøv, men partafelagið Líraberg skeyt dómin inn fyri Landsrættin. Eystari Landsrættur kemur til somu niðurstøðu, og hon er at Samtakið Sjófeli ikki hevði rætt til nakra kvotu, tí samtakið ikki sjálvt átti nakað skip.

Víst verður til lógina um vinnuligan fiskiskap, sum sigur, at fiskiloyvi skal latast einstøkum reiðarum og ikki einum samtaki. Í Føroya Rætti varð partafelagið Líraberg dømt at rinda Fiskimálaráðnum 75.000 krónur í sakarkostnaði.

Eystari Landsrættur dømdi fyrrapartin partafelagið at rinda Fiskimálaráðnum 75.000 krónur fyri advokatútreiðslur av at royna málið í landsrættinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221