Ongar landsroyndir fyribils

Ongar landsroyndir fyribils
Landsroyndirnar í føroyska fólkaskúlanum eru avlýstar á hesum sinni. Orsøkin er tekniskt brek, sigur Nám
 
02.05.2017 - 12:20

- Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í okkara uppseting at svara fyrispurningum frá teimum umleið 700 næmingunum nóg skjótt, sigur stjórin á Námi á heimasíðuni.

Ætlanin var annars, at allir næmingar í fjórðu- og sættuflokkunum í Føroyum skuldu til landsroynd í morgun, men tað bleiv av ongum, tá trupulleikar aftur vóru við KT-skipanunum.

SÍ EISINI Landsroyndin (aftur, aftur, aftur) avlýst

- Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni, sigur Nám.

Í mars segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, við útvarpið, at riggar telduskipanin til landsroyndina ikki nú, er hon til reiðar at steðga landsroyndunum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

- Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at bøta um skipanina, men hon (skipanin, red.) riggar kortini ikki, segði Regin Marnersson, stjóri á Námi, við útvarpið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andaktin
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400