Trygd ávarar tey, sum hava Airbnb

14.05.2017 - 15:11
InnlendisPengar
Trygd ávarar tey, sum hava Airbnb
Tryggingarfelagið Trygd letur ikki endurgjald fyri skaðar ella stuldur, tá leigað verður út í Airbnb Tað er tað sama sum ólæstur bústaður

Orsøkin er sambært tryggingarfelagnum, at tú hevur givið leigaranum atgongd til tín bústað, og tí er talan um tað, sum tryggingarfeløgini kalla vanligur stuldur úr ólæstum húsum, og tá tekur tryggingin ikki við. 

Í løtuni eru 306 hús, kømur ella íbúðir í Føroyum til leigu á Airbnb. 

Trygd ávarar tó ikki fólk móti at leiga bústaðin á Airbnb. Trygd mælir fólki til antin at goyma virðismiklar lutir, ella gera skrivligar avtalur við leigarar og krevja depositum frá teimum. 

Janus Thomsen er stjóri í Trygd.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444