Tryggingarfeløg í ES sleppa at tryggja í Føroyum

Tryggingarfeløg í ES sleppa at tryggja í Føroyum
Í dag hava Føroyar avtalur við Ísland og Danmark um felags tryggingarmarknað
Tryggingareftirlitið sigur, at nógvar sertryggingar, millum annað lógarkravdar tryggingar, verða teknaðar í útlendskum tryggingarfeløgum, tí hesar tryggingar verða ikki bodnar í Føroyum
 
05.11.2020 - 11:16

Landsstýrið vil hava lógina um tryggingarvirksemi broytta, so tryggingarfeløg í ES-londum og EBS-londum sleppa at skrokktryggja og ábyrgdartryggja flogfør í Føroyum, ábyrgdartryggja skip, sum eru í minsta lagi 300 bruttotons, og ábyrgdartryggja flogvøllir.

Í dag hava Føroyar avtalur við Ísland og Danmark um felags tryggingarmarknað.

Men tryggingarfeløg í londum, sum Føroyar ikki hava avtalur við, hava teknað tryggingar í Føroyum.

Sertryggingar

Tryggingareftirlitið sigur, at nógvar sertryggingar, millum annað lógarkravdar tryggingar, verða teknaðar í útlendskum tryggingarfeløgum.

Tryggingareftirlitið heldur, at hetta í høvuðsheitum skyldast, at føroysk, íslendsk ella donsk tryggingarfeløg, sum lógliga kunnu reka virksemi í Føroyum, ikki bjóða hesar sertryggingar.

Nú er ætlanin at broyta lógina, so tryggingartørvurin í Føroyum kann nøktast lógliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493