Betri-møplakeyp: Umboðslimir kúrrir

Betri-møplakeyp: Umboðslimir kúrrir
Hugurin at siga sína meining um, at stjórin í Betri Trygging hevur keypt møplar frá manni sínum fyri 265.000 krónur, er eingin hjá umboðslimum
Møplakeyp frá manninum endaði í eini heldur keðiligari notu í roknskapinum hjá Betri Trygging fyri 2018. Men grannskoðararnir siga, at keypið var til marknaðartreytir, hóast eingi onnur tilboð vórðu umbiðin
Mynd: Savnsmynd  
 
19.06.2019 - 12:50

Áhugin at siga sína meining um møblakeypið hjá stjóranum í Betri Trygging frá manni sínum, er sera tepur millum tey 35 fólkini, sum umboða teir borgarar, sum hava sína trygging í Betri og eiga felagið.

Øll vísa til formannin, Jákup Egholm Hansen, sum heilt fram til evstamark á middegi, ikki hevur viljað gjørt samrøðu.

Í umboðsráðnum sita 35 fólk, sum fáa samsýning, sum tryggingartakararnir rinda, tilsamans 144.000 samsýningarkrónur um mánaðin.

Grannskoðaranota

Í ársroknskapinum hjá Betri Trygging fyri 2018 stendur ein óheppin nota:

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, hevur keypt vørur og tænastur frá manni sínum fyri 265.000 krónur.

Fríggjadagin segði Lars Bonde, nevndarformaður, at hann var "irriteraður" um notuna í roknskapinum, men at hann ikki helt, at nakar etiskur trupulleiki var við keypinum hjá Ingun Eiriksdóttir frá manni sínum. Eisini høvdu grannskoðararnir eftirfylgjandi kannað og staðfest, at keypið var "til marknaðartreytir", men eingi onnur tilboð vórðu umbiðin, segði hann.

Kringvarpið hevur seinastu dagarnar roynt at fáa at vita frá umboðunum hjá teimum, sum eiga Betri, um tey halda, at tað er etiskt í lagi, at stjórin keypir frá manni sínum, men tað hevur verið meira enn trupult at fáa nakað svar.

Heldur ikki, tá Kringvarpið endurgevur skrivligu boðini frá teirra egna formanni, Jákup Egholm Hansen um, at tey fáa málið til viðgerðar, um tey vilja, fær tað tungubondini á glið.

Tigandi umboðsráðslimir

Andras Skaalum, umboðsráðslimur, sigur seg tíverri onga viðmerking hava og vísir til formannin og leiðsluna í Tryggingini.

Jan Müller, umboðsráðslimur, svarar, at hann hevur onga viðmerking til keypið millum hjúnini. Spurdur, um hann vil hava málið til viðgerðar í Umboðsráðnum, svarar hann, "eg havi ongar viðmerkingar í løtuni og vísi til formannin."

Høgni í Stórustovu, umboðsráðslimur, vil heldur einki siga.

Eg havi onga viðmerking, sigur hann og vísir til formannin.

Karl Birgir Isaksen, sum umboðar tryggingartakararnar, umframt at hann eisini situr í sjálvari nevndini í Tryggingini, har Ingun Eiriksdóttir er stjóri, vil heldur einki siga.

Kringvarpið hevur fingið at vita frá einum umboðsráðslimi, sum vil vera dulnevndur, at ein áheitan er send ráðnum um at taka málið upp til viðgerðar. Viðkomandi umboðsráðslimur vil ikki verða nevndur við navni og vísir til ásetingina í reglunum fyri ráðið, sum sigur, at tað bara er formaðurin, sum úttalar seg.

Bara formaðurin kann siga nakað

Í reglunum fyri Umboðsráðið stendur undir yvirskriftini "Samskifti":

"Formaðurin umboðar Umboðsráðið úteftir - bæði mótvegis miðlum og øðrum. Umboðsfólk skulu ikki - uttan undanfarandi avtalu við formannin - úttala seg alment, herundir til fjølmiðlarnar, um viðurskifti ella mál, sum viðvíkja samtakinum".

Umboðsráðslimir siga við KvF, at tað kann fáa avleiðingar fyri ein umboðsráðslim, sum brýtur ásetingarnar og kortini úttalar seg tildømis til Kringvarpið um møplakeypið hjá stjóranum í Betri Trygging. Tí í viðtøkunum fyri Umboðsráðið stendur, at:

"Fyri at vera valbærur til Umboðsráðið, skal viðkomandi ikki hava brotið reglur fyri Umboðsráðið" - og í reglunum stendur, sum áður nevnt, at tað einans er formaðurin, sum kann úttala seg.

 >> SÍ EISINI Betriformaður: Etiskt í lagi at keypa frá manninum

Í útvarpinum í gjárskvøldið søgdu vit, at tað er ein nevnd, umboðandi millum annað formannin og stjóran í tryggingini, sum hava valbæri hjá umboðsráðslimum í sínum hondum. Tað er ikki rætt.

Betri boðaði í gjárskvøldið frá, at ásetingin, Kringvarpið endurgav úr, var úr einum innanhýsis skjali, sum ikki varð samtykt, tá avtornaði. Summir umboðsráðslimir, Kringvarpið hevur tosað við, vita ikki sjálvir, hvør so hevur heimild at avgera valbæri hjá teimum, og onkur vildi kanna tað.

Stutt fyri evstamark fekk Kringvarpið so umvegis samskiftisdeildina í Betri at vita, at tað er umboðsráðið sjálvt, og eingin annar, sum hevur valbæri hjá sínum limum um hendur.

Hava roynt at fáa orð á formannin

Tað er annars ikki bara Kringvarpið, sum í seinastuni hevur roynt fáa orð á formannin i Umboðsráðnum. Tað hava umboðsráðslimir eisini, men sum Kringvarpið skilir, so hevur tað eisini verið til fánýtis hjá ráðslimunum.

Tá evstamark var á middegi, fekk Kringvarpið samband við Jákup Egholm Hansen, formann í Umboðsráðnum.

Hoyr samrøðuna við hann her Formaðurin: Betri Trygging er ikki okkara borð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318