Vøkstur á flestu leiðunum

Vøkstur á flestu leiðunum
635.000 fólk sigldu við strandfaraskipunum í 2016, og 516.300 fólk koyrdu við Bygdaleiðum
Teistin flutti í fjør 204.000 fólk um Skopunarfjørð, tað eru meira enn 23.000 fleiri enn árið fyri
 
22.05.2017 - 16:12

Framgongd er á øllum oyggjaleiðum uttan Skúvoyarleiðini, vísir ein uppgerð hjá Strandferðsluni. Smyril flutti 242.300 fólk um Suðuroyarfjørð í fjør, og tað eru meira enn 20.000 fleiri enn árið fyri.

Á Sandoyarleiðini var vøksturin uppaftur størri. Teistin flutti 204.000 fólk um Skopunarfjørð, og tað eru meira enn 23.000 fleiri enn árið fyri, í 2015.

Flest brúka Leið 400

Triðstørsta leiðin hjá Strandferðsluni er Nólsoyarleiðin. Ternan og Jósup, sum var avloysaraskip, fluttu til samans 94.200 fólk um Nólsoyarfjørð í 2016.

Tey flestu, sum koyra við Bygdaleiðum, koyra millum Havnina og Klaksvík. 138.000 fólk koyrdu við leið 400 í fjør. Næststørsta leiðin er leiðin á flogvøllin, sum hevði umleið 82.000 ferðandi í fjør.

Strandferðslan hevur 19 bussleiðir, og talið á ferðafólkum er rættiliga støðugt. Tað veksur á summum leiðum og minkar eitt sindur á ørðum leiðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040