15 fyri, 13 ímóti: Játtanarkarmurin samtyktur

15 fyri, 13 ímóti: Játtanarkarmurin samtyktur
Játtanarkarmurin fyri fíggjarárini 2018-2022 varð samtyktur í Løgtinginum í gjár. 15 atkvøddu fyri og 13 ímóti
15 atkvøddu fyri og 13 ímóti, tá Løgtingið mánadagin samtykti játtanarkarmin fyri fíggjarárini 2018-2022
 
23.05.2017 - 10:24

Fólkini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini mintu landsstýrið á, at neyvan er nóg mikið at hækka útreiðslurnar til rakstur næsta ár hálvtannað prosent umframt tað, sum fer til lønarvøkstur, tá hugsað verður um allar framskrivingarnar og raðfestingarnar, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. 

Tí vænta vit, at landsstýrisfólkini gera tillagingar á sínum øki fyri at rationalisera raksturin.

Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eigur at tryggja, at uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 er innan fyri ásettu karmarnar, sum løgtingið nú hevur samtykt. 

Tað er neyðugt, hóast vøksturin í rakstrarútreiðslunum er nógv minni enn vøksturin í inntøkunum hjá landinum, siga samgongufólkini í Fíggjarnevndini í álitinum hjá nevndini um játtanarkarmin..

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360