Reglugerðin fyri grundstykki broytast

Reglugerðin fyri grundstykki broytast
Fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa grundstykki í kommununi, um tey flyta í kommununa innan eitt ár
 
24.05.2017 - 11:09

Tað samtykti meirilutin í býráðnum í gjárkvøldið. Broytingin í reglugerðini um grundstykki er tann, at fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa grundstykki í kommununi við lutakasti.

So verður stykkið lagt til viks í eitt ár. Er tann, sum hevur fingið stykkið, ikki fluttur í Tórshavnar kommmuna, tá eitt ár er farið, fær onkur annar stykkið. Hetta er ikki bara galdandi fyri fólk í útbúgving, men fyri øll. 

Helvtin gjaldast í veð

Fólk skulu rinda helvtina av tí, sum grundstykkið kostar, í veð, depositum, sum so verður goldið aftur, um umsøkjarin ikki er fluttur í kommununa innan eitt ár.

Tey, sum búgva í Tórshavnar kommunu og fáa grundstykki, skulu rinda helvtina av stykkinum, tá tey fáa grundstykkið.

Ein minniluti í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, mælti til, at bara fimta hvørt stykki, 20 prosent, í einari útstykking kann seljast fólki, sum ikki býr í Tórshavnar kommunu. Tað fekk ikki meirluta á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391